De Aller-Bedste Bøger - over 12 mio. danske og engelske bøger
Levering: 1 - 2 hverdage

Bøger udgivet af Bókadeild Føroya Lærarafelags

Filter
Filter
Sorter efterSorter Populære
  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Harry er heima hjá fosturforeldrunum. Hann er í summarfrítíð og upplivir ringasta føðingardagin nakrantíð. Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir ymiskt løgið - og stuttligt. Onkur er, sum roynir at forða Harry at fara aftur í Hogwarts. Tað er tað ringasta, ið kann henda, tí ikki fyrr enn Harry frætti frá gandaskúlanum og fekk at vita um sín egna uppruna, hevur hann varnast, at tað eru fólk, ið eru góð við hann. Men samstundis ásannaði hann eisini, at hann eigur ræðandi óvinir, ið liggja honum eftir lívinum.Afturkomin í Hogwarts á sera minnisverdan hátt verða Harry, Ron og Hermione skjótt blandað upp í sera spennandi hendingar, tí tað gongur sum rótasúpan, at kamarið við loynidómum er latið upp, og óndar maktir leggja eftir næmingum av muglaraætt.

  • af Marjun Michelsen
    88,95 kr.

    Ungdómsbók, sum fer fram í Havn. Ein beinrakin lýsing av ungdómslívi, sum tað er her og nú."Tá hann kemur upp á deildina, er hann einsamallur á gongini, hoyrir røddir onkrastaðni, men sær ongan. Uttanfyri hurðina hjá mammuni stendur hann eina løtu og heldur ondini. Hann ger av at lúra innar, kanska svevur hon, kanska kann hann koma aftur seinni.Hann gloppar hurðina eitt vet, bert so mikið at hann sær inn á fótalagið á songini har yviri við vindeygað. Hann hoyrir okkurt skav har inni frá, eins og føtur, ið flyta seg runt á gólvinum. Er hon farin upp? Áðrenn hann fær hugsað meira, sær hann í bakið á einum manni, hann heldur onkrum í kneppinum og førkar seg runt, eins og dansar hann. Tá ið maðurin vendir sær á, kennir hann pápa sín aftur.Pápin hyggur niður í føvningin, sum á ein nýføðing, hann heldur inn at sær. Mamman er ballað í eitt teppi. Rani hugsar, at hon óivað næstan einki vigar longur. Hann stendur leingi og eygleiðir tey, sær tey hvørva inn í rúmið og sveima út ímóti vindeyganum aftur 'Í flóð av ljósi fari eg at dansa...'” Hetta er brot úr nýggjari føroyskari ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn.Júst hetta brotið er um ein drong, sum hevur stóra sorg av, at mamman liggur á sjúkrahúsi við krabbameini. Hann er ein av teimum tíggju ungu, sum verða lýst í bókini, hvør úr sínum sjónarhorni. Allir ummælarar hava higartil verið á einum máli um, at hetta er nýbrot í føroyskum ungdómsskaldskapi, bæði viðvíkjandi evni og lætta málinum, hon er skrivað við.

  • af Jostein Gaarder
    88,95 kr.

    Vit fara við faðiri og soni á ferð gjøgnum Evropa, har teir leita eftir konu og mammu. Men í søguni eru nógvar aðrar søgur. Hvussu tengjast allar søgurnar saman? Hvør var tann løgni dvørgurin á bensinstøðini? Hvønn loynidóm hava bakararnir í Dorf borið við sær? Hví noyðist Hans Tummas heilt aftur til eitt skipbrot í 1790, áðrenn hann fær at vita, hví mamma hansara fór til Athen?Rithøvundurin knýtir hugflog og veruleika, ævintýr og ættarsøgu saman á hugtakandi hátt. Við hita og innliti lýsir hann sambandið millum faðir og son í bardaga teirra fyri at finna samleika og tilknýti.

  • - Bók 3 um Sofíu í Mosambik
    af Henning Mankell
    88,95 kr.

    Okkurt er ikki, sum tað eigur. Armando kemur knappliga heim seinni og seinni um kvøldarnar, og sjálvt um inntøkan á bilverkstaðnum er lítil, so er hann í nýggjum klæðum. Sofía og børnini fáa harafturímóti einki.Tá ið versti illgruni hjá Sofíu verður staðfestur, er svikið ein veruleiki. Í staðin fyri at svølgja øðina velur Sofía at fara sínar egnu leiðir. Men prísurin verður høgur - fyri tey øll somul.Í hesari bókini er nógv hent í lívinum hjá Sofíu. Hon er gift og eigur børn. Hon seymar klæðir fyri at breyðføða seg og síni, og maðurin Armando arbeiðir á bilverkstaði. Men so broytist knappliga alt, og Sofía má enn einaferð vísa, at hon hevur sín egna vilja og ikki vil lata seg kúga av nøkrum.Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.

  • - Bók 2 um Sofíu í Mosambik
    af Henning Mankell
    88,95 kr.

    Onnur bókin, Eldsins gáta, í røðini um Sofíu og lív hennara í Mosambik.Bøkurnar eru grundaðar á veruligar hendingar hjá gentuni Sofíu, sum býr í Mosambik.Í fyrru bókini stríddist hon at koma fyri seg aftur, eftir at hava stigið á eina minu og mist yngru systur sína. Í hesari er onnur systir, Rósa, komin aftur úr Suðurafrika, og hon er álvarsliga sjúk.Sofía roynir at skilja, hvat er áfatt, men hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga frá einari stórari vanlukku.

  • - Bók 1 um Sofíu í Mosambik
    af Henning Mankell
    88,95 kr.

    Fyrsta av trimum bókum, sum fara fram í landinum Mosambik.Hon er um gentuna Sofíu, sum av óvart traðkar á eina av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsa staðni í jørðini í borgarakrígsherjaða landinum.Hon missir bæði beinini, men tað ringasta av øllum er at missa systrina Mariu, sum doyr beint eftir vanlukkuna.Sofía noyðist at stríðast fyri at koma á føtur og liva eitt virðiligt lív. Hennara ókúgandi lyndi ger, at vánirnar fyri at fáa eitt eydnusamt lív eru størri enn hjá so mongum øðrum, sum eru í somu støðu sum hon.Bókin hevur fingið sera góð ummæli, orð sum lýsandi, ógloymandi og sterk hava verið brúkt um hesa frásøguna úr einum landi, har armóð og ófriður hava verið og enn eru partar av gerandisdegnum.