Bøger i Sofía í Mosambik serien i rækkefølge
-
- Bók 1 um Sofíu í Mosambik
88,95 kr. Fyrsta av trimum bókum, sum fara fram í landinum Mosambik.Hon er um gentuna Sofíu, sum av óvart traðkar á eina av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsa staðni í jørðini í borgarakrígsherjaða landinum.Hon missir bæði beinini, men tað ringasta av øllum er at missa systrina Mariu, sum doyr beint eftir vanlukkuna.Sofía noyðist at stríðast fyri at koma á føtur og liva eitt virðiligt lív. Hennara ókúgandi lyndi ger, at vánirnar fyri at fáa eitt eydnusamt lív eru størri enn hjá so mongum øðrum, sum eru í somu støðu sum hon.Bókin hevur fingið sera góð ummæli, orð sum lýsandi, ógloymandi og sterk hava verið brúkt um hesa frásøguna úr einum landi, har armóð og ófriður hava verið og enn eru partar av gerandisdegnum.
- Lydbog
- 88,95 kr.
-
- Bók 2 um Sofíu í Mosambik
88,95 kr. Onnur bókin, Eldsins gáta, í røðini um Sofíu og lív hennara í Mosambik.Bøkurnar eru grundaðar á veruligar hendingar hjá gentuni Sofíu, sum býr í Mosambik.Í fyrru bókini stríddist hon at koma fyri seg aftur, eftir at hava stigið á eina minu og mist yngru systur sína. Í hesari er onnur systir, Rósa, komin aftur úr Suðurafrika, og hon er álvarsliga sjúk.Sofía roynir at skilja, hvat er áfatt, men hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga frá einari stórari vanlukku.
- Lydbog
- 88,95 kr.
-
- Bók 3 um Sofíu í Mosambik
88,95 kr. Okkurt er ikki, sum tað eigur. Armando kemur knappliga heim seinni og seinni um kvøldarnar, og sjálvt um inntøkan á bilverkstaðnum er lítil, so er hann í nýggjum klæðum. Sofía og børnini fáa harafturímóti einki.Tá ið versti illgruni hjá Sofíu verður staðfestur, er svikið ein veruleiki. Í staðin fyri at svølgja øðina velur Sofía at fara sínar egnu leiðir. Men prísurin verður høgur - fyri tey øll somul.Í hesari bókini er nógv hent í lívinum hjá Sofíu. Hon er gift og eigur børn. Hon seymar klæðir fyri at breyðføða seg og síni, og maðurin Armando arbeiðir á bilverkstaði. Men so broytist knappliga alt, og Sofía má enn einaferð vísa, at hon hevur sín egna vilja og ikki vil lata seg kúga av nøkrum.Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.
- Lydbog
- 88,95 kr.